Svenn skal venja B68

Gøtumaðurin hevur í kvøld undirskrivað ein tvey ára sáttmála við B68

B68, sum í ár var akkurát ov stutt til at flyta upp í Betri-deildina hjá monnum, hevur í kvøld sett nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið. Nýggi venjarin er 47 ára gamli Svenn Ó. Olsen, ið tey flestu seta í samband við Víking.

 

Svenn Ó. Olsen hevur í ár vant besta kvinnuliðið hjá ÍF/Víkingi, umframt at hann hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur. Undan tí hevur Svenn Ó. Olsen verið nógv blandaður í fótbóltin hjá Víkingi. Í Víkingi hevur Svenn Ó. Olsen roynt seg sum ungdómsvenjara, venjara hjá næstbesta liðnum og hjálparvenjara hjá besta liðnum.

 

B68 skrivar, at sáttmálin millum Svenn Ó. Olsen og B68 er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini.