Tap til OB, Vejle og Vendsyssel FF

Talan er ikki um ein góðan sunnudag seinnapart hjá føroyingunum í donskum fótbólti higartil

Jóan Símun Edmundsson var við allan dystin, tá OB í dysti í donsku superliguni tapti 0-1 á heimavølli ímóti SønderjyskE. Marc Pedersen skoraði sigursmálið longu tá níggju minuttir vóru farnir av dystinum. Sambært Fyens Stiftstidende var Jóan Símun ikki so eyðsýndur í dag, sum hann hevur verið undanfarnu dystirnar.

 

Komandi sunnudag vitjar OB AGF á útivølli. 

 

Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá dystarbyrjan, tá Vejle á heimavølli tapti stórt 1-5 ímóti Hobro. Longu í steðginum var Hobro á odda 4-0, og eftir 48 minuttir vóru farnir var Hobro á odda 5-0, so talan var um ein ringan dag í verjuni hjá Viljormi og teimum.

 

Meinhard E. Olsen var við frá byrjan, tá Vendsyssel FF á útivølli tapti 0-1 ímóti HB Køge. Fremad Amager vann á heimavølli 2-1 á FC Fredericia. Finnur Justinussen sat á beinkinum. Fremad Amager fekk Martin Jensen vístan av vølli, tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum, og tá mátti venjarin, John "Faxe" Jensen binda um afturi í verjuni.

 

Komandi vikuskiftið vitjar Vejle AB í Gladsaxe. Fremad Amager vitjar Næstved, og Vendsyssel FF tekur ímóti Helsingør. 

 

Klokkan 15 taka Hallur Hansson og teir í AC Horsens ímóti Brøndby á heimavølli.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini: 

 

#
1 Hobro21114638 - 2437
2 FC Roskilde21106530 - 2636
3 Skive21112826 - 3135
4 Fremad Amager2188531 - 2232
5 Vendsyssel FF2195731 - 2832
6 HB Køge21710422 - 1631
7 FC Helsingør2179529 - 2330
8 Nykøbing FC2193928 - 3030
9 Fredericia2175921 - 2926
10 Vejle 2167828 - 2625
11 Næstved21631232 - 3821
12 AB Gladsaxe21321621 - 4411