VIDEO: Arminia Bielefeld tapti aftur

(Video) Arminia Bielefeld við Jóan Símuni Edmundssyni á vøllinum tapti fimta dystin á rað

Jóan Símun Edmundsson fekk aftur fulla spælitíð í 2. bundesligu seinnapartin sunnudagin, men tíverri gongur tað ikki væl liði hansara, Arminia Bielefeld fyri tíðina.

 

Í dag tapti Arminia Bielefeld fimta dystin á rað í 2. bundesligu, tá teir á heimavølli taptu 1-2 ímóti St. Pauli. 

 

Keanu Staude legði Arminia á odda við einum góðum skoti úr 18-19 metrum longu í sjeynda minutti. Men fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki vendi St. Pauli dystinum og fekk tvey mál, og vann at enda 2-1.

 

Arminia Bielefeld er við 12 stigum fyri 12 dystir bert trý stig frá triðaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til 3. bundesligu. Jóan Símun og liðfelagarnir hava tó 22 umfør eftir at rætta uppá tingini.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum Arminia Bielefeld-St. Pauli 1-2 (1-0).