VIDEO: Brasil-Kosta Rika 2-0 (0-0)

(Video) Síggj málini Brasilia fekk í HM-dystinum ímóti Kosta Rika

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Kosta Rika

 

 

 

Pætur Albinus tók soleiðis samanum dystin á in.fo: "Seint í seinna hálvleiki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Brasil, meðan eftir at hava sæð tað á VAR, umbestemmaði hann seg. Tá sá eina løtu út til, at Kosta Rika fór at hóra undan stóra trýstinum.


 

Brasilski venjarin sendi eisini áleyparan, Roberto Firmino, á vøllin fyri ein miðvallara. Tað gav úrslit í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Áleyparnir báðir, Gabriel Jesus og Roberto Firmino, fingu fatur á bóltinum, sum endaði hjá Philippe Coutinho, sum setti eina stórutá á bóltin.


 

Fáar minuttir seinni skoraði so Neymar, tá innskifti Douglas Costa bleiv spældur leysur í høgru og legði bóltin innfyri til Neymar, sum skoraði. Brasil er nú á odda í bólkinum. Seinni í dag spæla Sveis og Serbia."

 

 

Bólkur E:

 

Brasil – Kosta Rika 2-0 (0-0)

1-0 Philippe Coutinho, 90+1 

2-0 Neymar Jr, 90+5

 

Støðan:

1.    Brasil 4 (stig)

2.    Serbia 3

3.    Sveis 1

4.    Kosta Rika 0