- Vit taptu ikki dystin

José Mourinho vil ikki viðurkenna dystin móti Hull í gjár sum eitt tap. Fyrra málið hjá Hull telur hann nevniliga ikki við

Manchester United spældi seg í gjárkvøldið í finaluna í ensku steypakappingini, EFL Cup, hóast at teir taptu seinna uppgerðina móti Hull 2-1 á útivølli. Samanlagt var tað tó nokk, tí í fyrru uppgerðini vann Manchester United 2-0, soleiðis at samanlagda úrslitið gjørdist ein 3-2 sigur til teir reyðu úr Manchester.

 

Men hóast Hull vann dystin 2-1 í gjár, vildi Manchester United venjarin, José Mourinho, ikki viðurkenna dystin aftaná sum eitt tap.

 

-       Vit taptu ikki dystin. Hann endaði 1-1, svaraði Mourinho ensku miðlunum aftaná dystin.

 

Tá so miðlarnir søgdu við hann, at dysturin endaði altso 2-1 til Hull, og at Manchester United tapti dystin, svaraði Mourinho.

 

-       Eg sá bara tvey mál í dystinum. Tað hjá Pogba og so eitt mál hjá teimum sum var framúr gott eftir eitt innlegg til aftaru stong.

 

José Mourinho sipaði sostatt til at fyrra málið í dystinum, ið var eitt brotsspark, var eitt serstakliga tunt brotsspark, sum aldrin skuldi verið dømt. Tí valdi hann ikki at telja tað málið við.

 

Tapið hjá Manchester United í gjárkvøldið var annars tað fyrsta tapið hjá felagnum í 18 dystir.

 

Hull - Manchester United 2-1 (1-0)

1-0 Tom Huddlestone (Brotsspark), 35.

1-1 Paul Pogba, 66.

2-1 Baye Oumar Niasse, 85.