Virðisøkingin av fiski skal skapa vælferðina

Verður allur føroyskur fiskur og føroyskar fiskakvoyut arbeiddar í føroyum, so veksur tað munandi um føroyska búskapin


Føroyingar eiga botnfiskakvotur í Barents­havinum og á Flemish Cap, sum tilsamans eruum 25.000 tons uttan høvd og innvøl.

Trolararnir fiska kvoturnar í Barenthavinum,meðani línuskipini hesi seinnu árini hava átt kvoturnar á Flemish Cap.

Føroysku fiskavirkini keypa ein part av hesum kvotunum, men tey fáa ikki hendur á øllum. Ymiskar orsøkir eru til tess. Ein teirra er, at útlendskar fyritøkur megna at gjalda ein eitt lítið sindur hægri prís – her er talan um oyrur heldur enn krónur – og so fer fiskurin av landinum.

Mene skal hetta gagna føroyska sam­ felagnum, so er tað umráðandi, at hesin fisk­urin verður virkaður í Føroyum. Tað hevði giviðeina veruliga virðisøking, sigur Jens MartinKnudsen, annar av eigarunum av saltfiskavirki­num Vaðhorn á Hulki á Strondum.

Føroysk saltfiskavirkir arbeiða fisk frá før­ oyskum skipum, men saltfiskavirkini arbeiða eisini innfluttan frystan fisk – fyrst og fremst úr Noregi.

Virkini hava ment skipanir, har fiskurinverður tinaður, so støðugt arbeiði er á virkjnumhvønn einasta dag.

Men hyggja vit at føroyska búskapinum, so hevði onki rigga so væl og so skjótt um vit sluppu framat at virka fiskin av fjarleiðunum, sigur Jens Martin Knudsen.

Tað hevði givið føroyska samlaða bú­ skapinum eitt álvarsligt fet rætta vegin, sigur hann.

Til Føroyar

Nýggja fiskivinnuskipanin, sum er lógfest í lóg­ ini um fyrisiting av sjófeingi, sigur, at allur fiskurskal landast í Føroyum. Lógin ásetir eisini, at alt skal til lands og at minst 25 prosent skal seljast á uppboði, so føroysku virkini sleppa framat fiskinum.

At fiskurin skal um føroyskan bryggjukant tykist virka, men enn er ongin leistur funnin fyri, hvussu ein uppboðssøla skal skipast.

Men tað sigur seg sjálvt, at føroyska sam­ felagið hevði fingið munandi meira burturúr teimum kvotum, sum vit hava samráðst okkum til, um arbeiðsfólk í Føroyum sluppu at viirka fiskin. Harafturat hevði eisini giviðpening til allar tær vinnur, sum eru undirveitararí samband við fiskavirking, sigur Jens Martin Knudsen.

Føroysku trolararnir í Barentshavinum frysta allan fiskin. Summir avhøvda og kryvja, meðan aðrir skera fiskin til flak umborð.

Men tað er ivasamt, hvussu leingi teir høvdu gjørt tað, landaðu teir fiskinuttan høvd og garnar í Føroyum. Tað hevði helst tá staðið greitt, at tað er munandi bíligari at arbeiða fiskin á landi, leggur Jens Martin Knudsen afturat.

Harðar treytir

Treytirnar fyri at arbeiða fisk í Føroyum eru rættuliga harðar.

Kappingin er millum Føroyar og so øll lág­ lønarlondini, sum annars virka fisk. Íslandhevur eina væl lægri tímaløn enn vit hava í Før­oyum, men uppaftur verri er tað í londunum í Eysturevropa.

Polland og Baltisku londini virka nógvanfisk. Har eru tímalønirnar minni einn ein triðingav tí, sum tær eru í Føroyum.

Hyggja vit so longur eystureftir til Kina og Vietnam, so kappast vit við tímalønir, sum liggja á 15 krónum.

Í veruleikanum átti tað als ikki at bera til atvirka fiskin í Føroyum við hesum treytum, sigur

Jógvan Gregersen, sum er stjóri og hin eigarin av Vaðhorn.

Vit gera tað, tí vit hava ment og optimera okkara arbeiðsgongdir so nógv sum til ber. Harafturat standa vit inni fyri eini serligar góð­ sku á salfiskamarknaðunum, leggur hann afturat.

Føroysku saltfiskavirkini selja framleiðslunaí mestan mun til Spania, Italia og Portugal.

Fígging

Umframt lønirnar, so er tað ógvuliga tungt fíggjarliga at arbeiða frysta fiskin.

Frá tí fiskurin verður keyptur til pengarnir erufyritøkunum í hendi, so ganga ofta 10­12 mánaðir.Men í øllum liðum í hesi tilgongd, skulu pengar gjaldast beinan vegin. Tá ið frystur fiskur verður keyptur úr Noreg, so skal hann

gjaldast beinan vegin.
Verður fiskurin keyptur frá føroyskum skip­

um, so skal eisini hann gjaldast beinanvegin, tímanningarnar og skipini skulu hava peningin, so tey kunnu arbeiða víðari.

Tað gerst ómetaliga tungt at arbeiða, tí vit liggja við goymslum og fáa ikki pening fyri vøruna fyrr en hon er avskipað, sigur Jógvan Gregersen.