100 ár síðani John F. Kennedey var føddur

Í dag 27. mai eru liðin 100 ár síðani amerikanski forsetin, nummar 35 í røðini, John Fitzgerald Kennedy var føddur.

 

John F. Kennedy var sonur handilsmannin og politikaran, Joseph P. Kennedy. Hann hevði brøðurnar Robert F. Kennedy og Edward Kennedy.

 

John F. Kennedy varð valdur í amerikonsku Kongressina, Umboðsmannatingið, í 1946, sama ár sum Richard Nixon, og sat í Umboðsmannatinginum fram til 1953. Í 1952 verður hann valdur í Senatið. Í 1954 royndi hann uttan eydnu at stilla upp sum varaforseti, men hann tapti stríðsvalið ímóti senatorinum Estes Kafauver úr Tennesee. Kennedy varð afturvaldur í Senatið í 1958, og í 1960 varð hann stillaður upp sum forsetavalevni fyri Demokratiska flokkin.

 

Hann vann á varaforsetanum hjá Eisenhower, Richard Nixon á forsetavalinum í 1960 í einum sera tøttum valstríði, har Kennedy fekk 49,7 prosent av atkvøðunum ímóti teimum 49,5 hjá Richard Nixon.

 

Valskipanin gav honum kortini 303 valmenn, meðan Nixon bara fekk 219. Soleiðis kundi Kennedy gerast forseti, hóast 14 valmenn noktaðu at velja hann vegna stuðul hansara til Mannarættindarørsluna.

 

John F. Kennedy var tann higartil yngsti forsetin í USA – sjálvt um Theodore Roosevelt var nakrar mánaðir yngri, tá hann sum varaforseti tók við, tá William McKinley doyði – og hann var tann fyrsti romersk-katólski forsetin.

 

John F. Kennedy var valdur við lyftum um endurnýggjan í amerikonskum politikki. Hann var forsetin í kalda krígnum, og í embætistíð hansara var eitt nú Berlinmúrurin bygdur. Kennedy gav boð um innrásina í Svínavíkini og legði størri dent á kríggið í Vietnam. Hann setti eisini ferð á kappingina um rúmdina við alment at boða frá, at Amerika vildi seta fólk á mánan og fáa tey trygt heimaftur innan 10 ár.

 

Samstundis sum hann herdi kríggið í Vietnam, stuðlaði hann eisini aktivt stovnanini av The Peace Corps, ein felagsskapur, har ung fólk gjøgnum arbeiði í útlondum kundu stuðla menningarlondum.

 

Kennedy fekk stóra mótstøðu í amerikanska fólkinum, tí hann var ímóti rasuskilnaðarpolitikkinum hjá nógvum av suðurstatunum í USA.

 

Hann var kendur fyri orðini »Ich bin ein Berliner«, sum hann segði í Berlin í 1963.

 

Hann doyði, tá hann var skotin 22. november í 1963 í Dallas í Texas. Eftir morðið tók Lyndon B. Johnson við sum 36. forsetin í USA.