San Marino hevur ikki vunnið ein A-landsdyst í fótbólti síðani 28. apríl í 2004. Tá vunnu teir 1-0 á Liktinstein.
Síðani tá hevur San Marino spælt 138 A-landsdystir uttan at vinna ein tann einasta av øllum hesum 138 dystunum.
Farna mikukvøld var San Marino favorittur at vinna á karabiska oyggjalandinum Saint Kitt's og Nevis á heimavølli. Men karabiska liðið vann dystin 3-1. San Marino legði seg annars á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru leiktir.
Farna sunnukvøld skuldi tað so vera. San Marino skuldi aftur spæla venjingardyst á heimavølli móti Saint Kitt's og Nevis. Men tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Undan seinna dystinum móti Saint Kitt's og Nevis hevði San Marino - hóast tap - skorað í fýra dystum á rað. Tað hevur San Marino ongantíð gjørt áður.
San Marino er í Nations League D bólki saman við Liktinstein, Gibraltar og Moldova. Ein hevði unt teimum av hjarta, at vunnið ein dyst móti Liktinstein ella Gibraltar. Teir megna neyvan at vinna á Moldova, men ein skal aldrin siga aldrin.
Fyrst í juni spælir San Marino venjingardystir móti Slovakia og Kýpros.
Í 1995 vunnu Føroyar 3-0 og 3-1 á San Marino í EM-undankappingardystum. Vit hava ikki spælt ímóti teimum aftur hesi farnu 29 árini.
##med2##