Fólk vóru á veg til eina páskagudstænastu í grannalandinum, Botswana, tá bussurin tey koyrdu í, koyrdi út av einari brúgv. Fallið var 50 metrar, og eldur kom í bussin.
Hetta hendi norðalaga í Suðurafrika í dag, og 45 fólk lótu lív í vanlukkuni.
Sambært myndugleikunum misti bussførarin tamarhaldið á bussinum, tá koyrt var eftir einari brúgv í Limpopo-landslutinum.
Lokalu myndugleikarnir í Limpopo siga, at bussurin var skrásettur í Botswana, og arbeitt hevur verið við at finna út av, hvørji fólk vóru í bussinum, tá vanlukkan hendi.
Sagt verður, at eitt átta ára gamalt barn var hin einasti av teimum 46, sum vóru í bussinum, ið yvirlivdi vanlukkuna. Øll hini 45 lótu lív.
Barnið, sum hevur fingið álvarsligar løstir, fær viðgerð á sjúkrahúsi nærindis.
##med2##
Av tilvild var samferðslumálaráðharrin í landinum, Sindisiwe Chikunga, á veg til Limpopo í samband við eina ráðstevnu um ferðslutrygd.
- Mínir tankar eru hjá familjunum, sum hava mist í vanlukkuni, og eg heiti á øll um at ansa eftir í ferðsluni, nú vit fara inn í páskahalguna, segði hon á vanlukkustaðnum.
Norska kringvarpið - NRK - er millum miðlarnar, sum bera tíðindini um herviligu bussvanlukkuna í Suðurafrika í dag.