Ábyrgd og troyttir gubbar

Jens Arne Leo Hammerfoss

 

Um Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard eru so troyttur at gera tað neyðugu broytingarnar, so er at lata tað yngra ættarliðið og tey, sum vilja broyta okra dálkandi verumátar, sleppa framat. Tí tað eru tey yngru, sum hóast alt, skulu arva lortaspannina eftir líkasælu Fólkaflokksins, og troyttum gubbum, sum vilja pengar fyri ein og hvønn prís.

 

Ímyndi tykum, um allar smátjóðir ella lond, sum lutfallisliga eru minni, enn Kina og USA, kunnu siga tað sama? At rættvísgera líkasæluna og pengagreði, tí okur gera ongan mun, í mun til hini. Okur noyðast ikki, at broyta okra útlát ella okra dálking, tí okur eru so lítil og tað ger ongan mun. Hvat er so broytt, tá troyttur gubbar hópa seg upp? So koyra okur í sama dálkandi mun, til alt er oyðið!

 

Føroyar eru líka so nógv ein partur av heiminum, umhvørvinum og veðurlagnum, sum Nýsæland er, hinumegina Jørðini. At halda, at okur onkursvegna eru í undantaksstøðu vegna okra stødd, er líka snævuskygd og fjákut, sum tey, ið halda at veðurlagsbroytingar eru íspunni og at koppseting elvir til sjúkdómar.  

 

Føroyingar og Føroyar skulu gera sín part og okur kunnu sagtans ganga undan og verða ímyndin av, hvat er skilabesta loysnin.

 

Rákið eggjar til tað, sum neyðugt er at gera, meðan at halda fram at dálka og verða rótin til hægri útlát, er hvørki rætt ella rættvísgjørt. Spurningurin er, skulu okur plága okum, her í dag og gera tað, sum rætt er, ella skulu okur geva plágurnar víðari til okra eftirkomarar, tí at Fólkaflokksmenn eru troyttir?

 

Jeg velji at taka ábyrgd í dag og ikki plága okra eftirkomarar við okra skeivleika líkamikið hvussu lítil tjóðin er!