Annarhvør nýggjur bilur í Noreg verður el-bilur

Risastóri eftirspurningurin eftir el-bilum í Noreg er ein avbjóðing fyri innflytarar og bilasølur í Noreg.

 

Í 2019 verður meira enn helmingurin av øllum nýggjum seldum bilum í Noreg reinir el-bilar. Tað sigur brúkafelagið Norsk Elbilforening.

 

Tað sama vænta bilasølurnar kring landið.

 

Tað gevur Noreg eitt heilt serligt pláss í Evropa. Eingi onnur evropisk lond hava so skjótt fingið so nógvar el-bilar.

 

Í Føroyum vóru skrásettir 73 býggir el-bilar í fjør svarandi til 2,45 prosent. Í Danmark vóru bara 1600 nýggir el-bilar skrásettir í fjør – tað svarar til einar 16 í Føroyum.

 

– Tað er fyrstu ferð, at vit koma upp um 50 prosent marknaðarpart fyri nýggjar el-bilar. Tað er nýtt met, sigur samskiftisstjórin Petter Haugneland í Norsk Elbilforening við NRK.

 

– Í 2018 komu vit upp um 30 prosent. Um helvtin av øllum nýggjum bilum, sum verða seldir í 2019, eru »nullútlátsbilar«, so er tað heilt ótrúligt, sigur hann.

 

Men nógvar bilasølur siga, at tær fáa trupult við at fylgja eftirspurninginum.

 

– Trupulleikin er, at verkmiðjurnar ikki megna at framleiða nóg mikið av hvørjum slag, og tað er óvist, hvussu nógvir skulu framleiðast, sigur Morten Sogn, marknaðarstjóri í Gumpens Auto Vest í Kristiansand.

 

Hann sigur, at í hansara virki ætla tey at selja 24.000 bilar í ár. Harav verða 14.000 reinir el-bilar.

 

Hann sigur eisini, at júst nú eru 35.000 kundar í Noreg á bíðilista at fáa nýggjan el-bil.

 

– Onkur má bíða leingi, sigur hann.

 

/ritzau/