Blómandi mál og ørvitistos

Um ein hevur eina fitta konu, sum hevur lyndi til at siga ymiskt býtt og stuttligt av óvart, hvat ger man so? Spyrt tú Ronnie, so yrkir man sjálvandi ein sang um konuna og hennara blómandi mál, og tað er júst tað, sum hann hevur gjørt.

Tíðindaskriv:

Ronnie sigur soleiðis um sangin:

”Sangurin kallast “Títt Blómandi Mál”, og tað er ein kærleikssangur um konu mína og hennara mongu ”sprogblomster”, sum man kallar tað á donskum. Á føroyskum eitur tað ”blómandi mál” og tað er m.a., tá ið man sigur okkurt skeivt á ein stuttligan hátt. Tíbetur kann hon flenna eftir tí sjálv, og tí tori eg eisini at útgeva sangin”, sigur Ronnie brosandi.

Tað er ein lættur og festligur sangur, sum í stíli ber brá av country. Herborg Torkilsdóttir syngur kór og hevur lagt til rættis. Henning Jensen er eisini partur av kórinum. Tað er enn eina ferð Julian Andreasen, sum Ronnie hevur samstarvað nógv við, ið hevur framleitt og ljóðblandað sangin.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum so sum Spotify og Youtube frá dags dato.

##med2##

Spotify:

https://open.spotify.com/track/55eQqMsxVsKe48uKmZJAKY?si=26ca4ca2610b46e3

 

Orð og Lag: Ronnie Korsager Davidsen

 

Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen

 

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

 

Kór og lagt til rættis: Herborg Torkilsdóttir & Henning Jensen

 

Steel Gittari: Reggie Duncan

 

Fiól: Jessie Morgan

 

Mastering: Holger Lagerfeldt