Danir fleingja sínar spælarar

2-0 tap á útivølli ímóti Danmark er at liva við hjá føroyingum, meðan danir geva sínum monnum av grovfílini fyri at vera langt frá tí, sum tað verður roknað við, skal til í EM endaspælinum í summar

Føroyar løgdu í kvøld rygg til 2-0 tap á Brøndby stadion ímóti Danmark. At tapa 2-0 á útivølli ímóti Danmark, sum er 100 pláss omanfyri Føroyar á altjóða styrkislistanum, er at liva við.

 

-Í løtum vóru vit væl við, og tað var hugaligt, at vit ofta á konstruktivan hátt megnaðu at spæla okkum úr teirra fyrsta pressi. Fyrra málið var býtt ímóti Danmark á útivølli. Vit høvdu ikki avrátt at spæla tríkantsspæl í okkara brotsteigi, men tað gjørdu vit, og tað kostaði. Í framrættaða partinum eydnaðist tað væl við 4-4-1-1, men vit eru ikki nóg kaldir í uppspælinum, mugu vit staðfesta. Andrias spælir í 3. deild í Póllandi, og Hørður spælir í 3. deild í Danmark, men teir stóðu seg væl og vístu, hvat býr í teimum, sigur føroyski venjarin Håkan Ericson.

 

Hann vísir eisini á, at talan hevur verið um stórar útskiftingar, tí fleiri av lyklaspælarunum eru skaddir, men ímóti Liktinstein og Danmark hava ungu spælararnir víst, at tað er dugur í teimum, og burtursæð frá Bárði á Reynatrøð hava allir teir 24 føroysku spælararnir verið á vøllinum.

 

Úrslitið er alt annað enn góðtikið millum danir, sum leingjast eftir, at teirra menn vísa seg soleiðis, at tað kann bera mót við sær til EM endaspælið, sum verður í summar.

 

##med2##

 

Skoðsmálið, sum donsku miðlarnir geva teirra monnum, er, at tað gekk alt ov seint fyri seg, og at talan var um nógv mistøk í uppspælinum ímóti Føroyum, ið er so nógv veikari enn tey liðini, sum bíða í endaspælinum í summar.

 

Danmark var mesta partin av tíðini omaná, men bæði málini vóru kloddamál.

 

Tað fyrra í 8. minutti eftir stórt mistak í royndini at spæla úr brotsteiginum, tá ið tað endaði við, at danski liðformaðurin Pierre Emile Højbjerg, setti bóltin upp í nettakið.

 

Og tað seinna tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið tað aftur var talan um mistak í verjuni. Christian Eriksen slapp at leggja innfyri av baklinjuni í høgru, og dygst undir málinum og næstan á málstrikuni var tað Mohammed Daramy, sum setti bóltin í málið.

 

At fyrsta løtan eftir steðgin ikki er so sannførandi er keðilig afturvendandi, sum tað eigur at vera arbeitt nógv við.

 

Eina fitta løtu í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir nógv og trygt á bóltinum, og tað bar einstakar vandamiklar støður við sær. Eitt nú tá ið Gunnar Vatnhamar dró einar 25 metrar á mótstøðuhálvuni, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum smekkaði til, men bólturin fór við síðuna av og omanfyri málið.

 

Onkrir av føroysku spælarunum avrikaðu so væl, at tað kann er møguleiki fyri, at tað vera boð eftir teimum frá donskum feløgum á hægsta støði.

 

Andrias Edmundsson var sera tryggur í miðverjuni, Mathias H. Lamhauge var góður í málinum, og Hanus Sørensen stóð seg væl á vongverjanum í høgru.

 

-Hetta var hugaligt at vera við í. Í løtum bitu vit frá okkum, og eg haldi, at talan er um góðkent avrik, hóast vit taptu 2-0, sigur málverjin Mattias H. Lamhauge í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

 

 

 

 

Danmark – Føroyar 2-0 (1-0)

 

Vinardystur

 

Á Brøndby stadion týsdagin 26. mars 2024 kl. 20.15

 

Dómarakvartett av Malta: Philip Farrugia, Duncan, Sultana, Jurgen Spiteri og Trustin Farrugia Cann (4. dómari)

 

1-0: Pierre Emile Højbjerg 8.

 

2-0: Mohammed Daramy 52.

 

Danmark:  Frederik Rønnow – Elias Jelert, Victor Nelsson, Jannik Vestergaard, Victor Kristiansen – Pierre-Emile Højbjerg, Morten Hjulmand, Mathias Jensen – Anders Dreyer, Kasper Dolberg, Mikkel Damsgaard

 

Føroyar: Mathias H. Lamhauge – Hanus Sørensen, Hørður H. Askham (Magnus Egilsson, 80.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Hannes Agnarsson, 70.), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar (Andrass Johansen, 80.), Brandur H. Olsen (Mads Bo Mikkelsen, 60.) – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 46.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 70.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Klæmint A. Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze