Danske Bank lækkaður 100 milliardir í virði

Við enn einum falli í dag fer bankin niður um 100 milliardir í mistum marknaðarvirði í ár

Við enn einum falli í dag fer bankin niður um 100 milliardir í mistum marknaðarvirði í ár

 

Eins og hini »stóru« partabrøvini í Danmark, fellir Danske Bank eisini í virði í dag. Við fallinum í morgun er Danske Bank farin niður um 100 milliardir í mistum marknaðarvirði síðani á nýggjárinum.

 

2018 hevur fyri bankan verið merkt av stóra málinum um hvítvasking fyri fýra siffraðar upphæddir og uppsøgnini hjá fyrrveranda forstjóranum Thomas F. Borgen. Í morgun fullu partabrøvini í bankanum við 1,5 prosentum til 128,50 mrónur. Harvið er bankin vorðin heilar 101,3 milliardir krónur minni verdur – ella 47 prosent – síðani ársskiftið.

 

Tí er bankin í morgun 115,1 milliardir krónur verdur á virðisbrævamarknaðinum.

 

2018 hevur verið eitt ringt ár fyri Danske Bank. Eftir meira enn eitt ár við avdúkingum í Berlingske Business av nógv umrøddu hvítvaskingini og vantandi eftirlitinum í estisku deild bankans, kom bankin sjálvur við eini frágreiðing í september.

 

Hendan frágreiðingin kundi ikki prógva, at umfatandi hvítvasking helst var farin fram, men nógv bendi á, at minst 200 milliardir evrur – ella slakar 1500 milliardir krónur – næstan uttan eftirlit vóru farnar í gjøgnum estisku deild bankans.

 

Frágreiðingin vísti samstundis, at leiðslan hevði vitað um trupulleikarnar, eins og at nógv starvsfólk í estisku deild bankans vóru meldað til løgregluna.

 

Samstundis segði ovasti stjóri bankans, Thomas F. Borgen, starvið frá sær, og Ole Andersen, nevndarformaður, lat skilja, at hann eisini er á veg úr bankanum.

 

Trýstið á partabrævið kemur serliga av útlitunum fyri stórari bót fyri vantandi eftirlitið og fyri tað sum eftir øllum at døma er beinleiðis lógarbrot í estisku deild bankans.

 

Amerikansku myndugleikarnir – sum eru kendir fyri ikki at smæðast við at skriva út milliardabøtur –  eru eisini komnir upp í málið.

 

Sama er við bretsku myndugleikunum. Í Danmark hevur Fíggjareftirlitið tikið fram aftur kanningina av Danske Bank, og eisini Bakmanspolitiið kannar nú bankan.

 

Harumframt vrakaði Fíggjareftirlitið evnið hjá Danske Bank til nýggjan forstjóra í bankanum, sum tí enn hevur ein leiðslutrupulleika.

 

/ritzau/