Datt á motorsúkklu

- Hetta var eitt solo-óhapp, har einki annað akfar var partur av óhappinum, sigur løgreglan.

Í gjárkvøldið datt ein motorsúkkluførari á landsvegnum millum Velbastað og Syðradal, og hesin endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt solo-óhapp, har einki annað akfar var partur av óhappinum.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, misti førarin tamarhaldið á súkkluni og datt.

 

Løgreglan sigur, at einki var galið við motorsúkkluni, og hjá føraranum var alt eftir forskriftunum við koyrikorti, hjálmi og øllum.

 

- Vit vita ikki, hvussu førarin kom burtur úr óhappinum, men í slíkum føri er vanligt, at fólk verða send á Landssjúkrahúsið til kanningar, verður lagt aftrat.