»Dreymar við havið« danska biograf-frumsýning

Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá fær nú danska biograf frumsýning í Empire Bio í Keypmannahavn. Sýningin verður týskvøldið 27. februar klokkan 20, og høvi verður at hitta leikstjóran og danska filmsliðið.

 

Filmurin verður eisini sýndur á »Nordatlantiske Filmdage« á Norðuratlandsbryggjuni 4. mars.

 

Fleiri altjóða filmsstevnur eru á skránni komandi mánaðirnar, og verður filmurin sýndir í Malmø, Kristiansand, Minsk, Moskva, Bonn og Zlín.

 

»Dreymar við havið« er framleiddur av Ingun í Skrivarastovu, Katju Adomeit og Jón Hammer fyri Fish & Film í Føroyum og Adomeit Film i Danmark í samstarv við Kameraudlejningen ApS, Mainstream ApS, Klippegangen ApS og Studio B v/ Mick Raaschou.

 

 

Dreams by the Sea varð tikin upp í Føroyum, skriva Sp/F Fish & Film og Adomeit Film í tíðindaskrivi.