Eitt føroyingalið vann og tvey taptu

Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Fýra av teimum seks liðunum, ið føroyingar eru við til at manna vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Pauli Mittún (myndin) og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tók á heimavølli móti HØJ, ið ikki hevði landsliðsleikararnar, Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen við á ferðini Lolland. Pauli Jacobsen fekk fyri stuttum eina skurðviðgerð, ið heldur hann uttanfyri nakrar vikur. 

 

1.240 áskoðarar vóru til dystin í Lollands Bank Arena í Maribo. Tey sóu Paula Mittún og liðfelagarnar vinna ein tepran 30-29 sigur á HØJ. Daniel Astrup skoraði sigursmálið til 30-29 tá 16 sekund vóru eftir av dystinum.

 

Pauli gjørdist saman við Mads Andersen næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Teir skutu fýra mál hvør.

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC taptu á útivølli 22-24 fyri Midtjyllandi á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-10.

 

Peter skoraði tvey mál fyri Aarhus.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge fara at enda aftast í deildini. Teir vóru í kvøld fyri stórtapi 22-43 í heimadysti móti Skive, ið er triðfremst í deildini. Í steðginum var Skive á odda 19-12.

 

Julian skoraði tvey mál fyri Køge.

 

HØJ og Team Sydhavsøerne hava enn møguleikan at røkka triðja plássinum í grundspælinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.

 

Í seinasta umfarinum komandi mikukvøld tekur HØJ móti Køge, og Team Sydhavsøerne spælir móti Skovbakken, ið hevur Niklas Højgaard Hanusarson á liðnum. Bæði Køge og Skovbakken eru flutt niður í triðbestu deildina.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1HC Midtjylland  2540
2Grindsted   2439
3Skive  2536
4 HØJ2536
5Team Sydhavsøerne  2535
6Aarhus HC    2532
7Tønder  2430
8Rækker Mølle   2520
9FIF2418
10Odder  2417
11HC Odense2515
12Vendsyssel 2410
13Skovbakken2410
14Køge 256