Mynd: Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix

Eitt fólk funnið illa fyri eftir at brúgv sakk saman í Baltimore

Bjargingarátkið heldur fram í Baltimore, har ein motorvegbrúgv sakk saman, eftir at skip sigldi á brúna. Tvey eru funnin á lívi.

Mynd: Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix

Eitt fólk sum er illa fyri er funnið í Patapsco River í Baltimore, har ein motorvegbrúg er sokkin saman í nátt.

Tað sigur James Wallace, sum er sløkkiliðsleiðari í Baltimore, á tíðindafundi, sum millum annað verður sendur hjá CBS News. 

Ein persónur afturat er bjargaður úr sjónum.

Bjargingarfólk leita framvegis eftir minst sjey persónum á sjónum, sigur James Wallace.

– Tað er eitt stórt øki, har vit skulu leita, sigur James Wallace.

Hildið verður harumframt at í minsta lagi sjey bilar eru farnir á sjógv.

Brúgvin sakk saman, tá eitt bingjuskip sigldi inn í brúnna klokkan 01.30 lokala tíð – klokkan 05.034 okkara tíð.

Á tíðindafundi kom fram, at manningin enn er á skipinum, sum siglir fyri danska reiðaríið Mærsk.

/ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

 

 

Mynd: Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix

Patrick Semansky/AP/Ritzau Scanpix

Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix

Jayme Krause/Reuters/Ritzau Scanpix

Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix

Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix

Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix

Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix

Steve Ruark/AP/Ritzau Scanpix

Jim Lo Scalzo/EPA/Ritzau Scanpix