Faroe Ship keypir bingjuskip

Faroe Ship hevur keypt bingjuskipið M/V Sophia. Skipið er bygt í 2008 og lastar 698 TEU

 

Skipið verður skrásett í føroysku skipaskrásetingini FAS undir føroyskum flaggi við heimstaði í Tórshavn og fær navnið »Selfoss«.

 

Hetta er fyrsta skipið, ið Faroe Ship, sum hoyrir til Eimskip samtakið, skrásetir í Føroyum.

 

– FAS er altjóða kappingarført, og tí velur ein stór fyritøka sum Eimskip at skráseta skip her í Føroyum. Harvið fáa Føroyar inntøkurnar av skipinum so sum skrásetingargjald, árlig umsitingargjøld og aðra avleidda veiting, ið annars høvdu farið til eitt annað flaggland. Selfoss verður ogn hjá Spf Selfoss Line, sum er dótturfelag hjá Faroe Ship, skrivar Faroe Ship í tíðindaskrivi.

 

Selfoss verður knýtt upp í Reyðu Linjuna, ið siglir millum Ísland, Føroyar og Skandinavia. Manningin er íslendsk. Skipið fer sín fyrsta túr úr Aarhus í dag, 19. mai við innflutningi úr Póllandi og Svøríki, og verður á Havnini mánadagin.