Fiskimenn og skiparar mótmæla Høgna í felag

Í morgin klokkan 9 skipa Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri mótmælistiltaki við tinghúsið, tá fiskivinnunýskipanin verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.

 

Undir herrópinum »kom og stuðli feløgunum í stríði okkara ímóti uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu« skipa fiskimenn og navigatørar fyri mótmælistiltaki uttan fyri tinghúsið mánadagin.

 

Mótmælistiltakið byrjar klokkan 9, ein tíma áðrenn tingfundin, sum bert hevur tvey mál á skrá, nevniliga uppskotini til fiskivinnunýskipan hjá ávikavist samgonguni og Sambandsflokkinum.

 

Á tiltakinum verða millum annað talur hildnar í Klubbagarðinum. Har verður tingfundurin eisini stroymdur á stórskíggja, og tað verður hann eisini á matstovuni Shanghai, sum fyriskipararnir hava leigað fyri dagin.

 

Í lýsing um tiltakið siga fyriskipararnir millum annað soleiðis:

 

»Um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt av Løgtinginum, so fer hetta at raka allar limir felagsins sera dygt, og tí er umráðandi at allir limir felagsins mótmæla uppskotinum.«