FM stendur upp á spæl

Kvinnur: Toppdysturin verður við Margáir, har KÍ verður gestur hjá EBS/Skála

KÍ er oddalið við 39 stigum, og EBS/Skála er næstfremst við 37 stigum. Klokkan 17 hittast EBS/Skála og KÍ við Margáir.

 

Støðutalvan sigur, at KÍ er FM favorittur. Um tað skal eydnast at koppa margfaldu FM vinnarunum av trónuni, so er tað avgerandi, at EBS/Skála fer at vinna í dag. Umframt at KÍ er tvey stig frammanfyri EBS/Skála, so er málmunurin hjá teimum í Klaksvík væl betur. Málmunurin hjá KÍ er +45, og hjá EBS/Skála er málmunurin +22.

 

Sum tað sæst niðanfyri her, so eigur KÍ í trimum teimum síðstu umførunum dystir ímóti teimum niðast á talvuni, meðan EBS/Skála skal spæla ímóti NSÍ, Víkingi og HB.

 

EBS/Skála og KÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. KÍ vann 1-0 undir Mýruhjalla, og í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki.

 

Síðstu dystirnir hjá EBS/Skála

 

25. september

 

EBS/Skála – KÍ

 

2. oktober

 

NSÍ – EBS/Skála

 

10. oktober

 

EBS/Skála – Víkingur

 

16. oktober

 

Víkingur – 07 Vestur

 

 

 

Síðstu dystirnir hjá KÍ

 

25. september

 

EBS/Skála – KÍ

 

2. oktober

 

KÍ – 07 Vestur

 

10. oktober

 

B36 – KÍ

 

16. oktober

 

KÍ – AB/B71

 

 

 

Leygardagin 25. september

 

EBS/Skála – KÍ: Rani A. Skaalum kl. 17.00

 

07 Vestur – B36: Dávid Waag Sjóstein kl. 13.30

 

Sunnudagin 26. september

 

HB – NSÍ: Árni B. Petersen kl. 12.15

 

AB/B71 – Víkingur: Heini P. Hellisdal kl. 12.30

 

 

 

171160561139
EBS/Skála171142351337
NSÍ171034622433
HB17836462127
Víkingur17827442726
B3617629314020
07 Vestur174013195212
AB/B7117001771120