Føroyameistarnir klárir frá byrjan

Dart: Ársins fyrsta kapping var á Skála um vikuskiftið. Kappast varð bæði hjá monnum og kvinnum. 53 menn og átta kvinnur vóru tilmeldaði og spenningurin var stórur, nú dart árið 2024 fór av bakkastokki

Ársins fyrsta kapping var á Skála um vikuskiftið. Kappast varð bæði hjá monnum og kvinnum. 53 menn og átta kvinnur vóru tilmeldaði og spenningurin var stórur, nú dart árið 2024 fór av bakkastokki, skrivar Dartsambandið.

 

Endurtøka av FM finalunum

 

Í kappingini hjá kvinnum stóð finalan ímillum FM finalistarnir frá í fjør, Beintu Joensen úr KDF og Maibritt Hvíthamar úr HDF. Serliga Maibritt Hvíthamar hevði ígjøgnum dagin víst rættiliga styrki, og hon hevði áðrenn finaluna bert tapt trý sett á degnum. Finalan byrjaði eisini sum hon ætlaði. Maibritt Hvíthamar kom á odda 3-0 og alt tóktist avgjørt, men í fjórða setti misti Maibritt fleiri dystarpílar og Beinta Joensen megnaði at spæla seg uppá 3-3.

 

Sjeynda og avgerðandi setti bleiv eitt ordiligt nervaspæl, har baðar fylgdust allan vegin niður og vóru fleiri dystaravgerðandi pílar mistir. Endin var at Beinta Joensen vann 4-3. Ein ordiliga spennandi finala, ið vísti at vit kunnu síggja fram til eitt spennandi kappingarár hjá kvinnum.

 

Hjá monnum er kappingin skipa soleiðis, at spælt verður í einum A-bólki og einum B-bólki, har teir meir royndu spælararnir spæla fyri seg og restin spæla í B-bólkinum. 21 mans vóru í A-bólkinum. Flestu av dystunum høvdu miðaltøl upp á yvir 70, og onkrir av dystunum nærkaðist teimum 90 í snitt.

 

Finalan bleiv ímillum Una Árting og Jan McIntosh úr HDF. Uni lat ongan iva verða um, at hann í løtuni er okkara besti spælari og vann dystin 7-3. Um hugt verður eftir avrikunum í ársins fyrstu kapping, so hava vit ikki sæð so gott spæl í Føroyum fyrr, og fleiri spælarar kunnu koma at geva harða kapping í ár.

 

Finalan í B bólkinum var ímillum Benny Hansen úr D16 og Egin Hallgrímsson úr ADF. Benny Hansen hevur seinasta árið víst at hann hevur støði til A bólkin. Hann vann eisini finaluna trygt 5-1. Hetta var fyrsta finalan hjá Egini, sum er ein nyggjur dartspælari. Næsta opna kapping verður 9. mars.

 

Spennandi kappingarár

 

Nógv stendur fyri framman í ár. Millum annað stóru altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open, sum verða um ein mánað, landsliðini skulu til bæði norðulendska meistaraheitið í Íslandi og til EM í Slovakia, og eisini standa nógvar altjóða kappingar fyri einstaklingar fyri framman.

 

Til altjóða kappingarnr sum verða á Glasir frá 22. til 24. mars síggja vit longu nú stóran útlendskan áhuga. Fólk úr átta ymiskum londum hava longu boðað frá, at tey koma hendanvegin.

 

Úrslitini av ársins fyrstu kapping

 

Kvinnur:

 

Nr 1 Beinta Joensen KDF

 

Nr 2 Maibritt Hvíthamar HDF

 

Nr 3 Jóna Miðalberg KDF

 

Nr 3 Kristbjørg Reinert Vesturklett VDF

 

Menn A:

 

Nr 1 Uni Árting HDF

 

Nr 2 Jan McIntosh HDF

 

Nr 3 Petur Thomsen D16

 

Nr 3 Jan Erik Fjallstein VDF

 

Menn B:

 

Nr 1 Benny Hansen D16

 

Nr 2 Egin Hallgrímsson ADF

 

Nr 3 Jóannes Árting HDF

 

Nr 3 Jógvan Olivur Kallsoy EDF