Fyrsta forkvinna í B71

Starvsnevndin hjá felagnum hittist í gjárkvøldið og skipaði seg sum nevnd. Jóhanna Jancyardóttir, gjørdist fyrsta forkvinna felagsins

 

Í nevndini sita fýra kvinnur og ein maður. Hetta er aldrin komið fyri í B71 áður.

 

Sólrun Ørvarodd gjørdist næstforkvinna, Anna Krog Hentze, kassameistari og Gerda B. Magnussen er nevndarlimur. Einasti maður í nevndini, Bogi Hentze, er valdur fyri fyrstu ferð og gjørdist skrivari í nevndini.