George Michael: 500 elskarar

Piers Morgan, sjóbvarpsvertur, sigur  við bretskar miðlar, at við ein døgurða fyri nøkrum árum síðani, segði samkynda popstjørnan George Michael, ið doyði fyri stuttum,  seg hava havt ikki minni enn 500 elskarar í eitt sjey ára tíðarskeið.

 

Hann var sera ærligur við hendan døgurðan, sigur Morgan, ið leggur afturat, at Michael fekk øll at flenna, og at hann segði seg hava gjørt av at vera sera ærligur, so ongar avdúkingar skuldu koma undan kavi um hann.

 

George Michael hevði føst forhold, men hóast hetta hevði hann, sambært sær sjálvum, fleiri elskarar.

 

Michael og Kenny Goss vóru par frá 1996 til 2009 og frá 2012 vóru hann og Fadi Fawas par.

 

Enn er ikki greitt, nær George Michael fer til gravar, tí líkið skal kannast enn einaferð, fyri at staðfesta deyðsorsøkina.

 

Kenny Goss er boðin við til jarðarferðina av familjuni hjá Michael,og sigst hetta vera ein góðtakan av, at Michael var samkyndur.