Greinari: Týska valið gekk ikki sum ES og Macron vónaðu

ES og Marcron høvdu vónað eina sterka Merkel, sum kann gera semjur, sigur týskur serfrøðingur eftir valið.

 

Týska valið gekk ikki so væl, sum nógv í Brússel høvdu vónað. Og tað er heldur ikki góð tíðindi fyri Emmanuel Marcon, forseta í Frankaríki.

 

Tað heldur Josef Janning, sum er seniorgreinari við tankasmiðjuna European Council on Foreign Relations í Berlin.

 

Víst hevur Angela Merkel kós ímóti enn einum kanslaraskeiði.

 

Men hon er viknað eftir valið. Og bæði ES og Macron hava brúk fyri eini sterkari Merkel, sigur serfrøðingurin.

 

– Hon hevur fingið eitt ógvuliga veikt úrslit á valinum. Tað minkar um autoritetin, sigur Josef Janning.

 

Hann heldur, at Merkel fær tað truplari bæði á odda fyri nýggjari stjórn og í sínum egna flokki eftir stóru afturgongdina á valinum.

 

– Tað er altíð betri við einum sterkum leiðara. Ein sterkur leiðari kann gera fleiri semju enn ein veikur leiðari, sigur hann.

 

Macron hevur júst gjøgnumført truplar nýskipanir, tað ger tað lættari at seta og koyra í Frankaríki.

 

Og nú vil hann fegin venda franska uppmerkseminum ímóti teimum nýskipanum, hann vónar at fáa gjøgnumførdar í ES og serliga í evrusamstarvinum við stuðuli frá Merkel.

 

Marcron ynskir soleiðis ein felags fíggjarmálaráðharra á odda fyri eini umfatandi evrofíggjarætlan, sum kann brúkast til at stimbra vøkstur og hjálpa kreppuraktum evrulondum.

 

Merkel tosar tó um eina nógv minni evrufíggjarætlan, har pengarnir serliga verða brúktir til at stuðla londum, sum gjøgnumføra neyðugar nýskipanir.

 

– Hetta valið er ikki eitt gott úrslit fyri Macron, sigur Josef Janning.

 

Hann heldur, at tað nú verður truplari at finna ES-semjur millum Týskland og Frankaríki.

 

Við nýggja politiska landslagnum í Týsklandi fer tað at vera ein nógv meira drálandi týsk stjórn, sum hann skal samráðast við, heldur tankasmiðjuserfrøðingurin.

 

Javnaðarflokkurin var stóri taparin á valinum og fer nú í andstøðu eftir at hava sitið í fýra ár í stjórn við Merkel.

 

Tað merkir, at hon eftir øllum at døma fer at royna at skipa stjórn við liberalu FDP og Teimum Grønu.

 

Og serliga teir liberalu hála í hondbremsuina, tá tað snýr seg um at brúka týskar pengar til at hjálpa øðrum í Evropa, heldur Janning.

 

– Valið fer at gera tað truplari hjá Merkel at greiða frá, hví nakað skal gerast í ES, sigur hann.

 

Innflytara- og ES-kritiski høgraflokkurin Alternative für Deutschland kom buldrandi inn í tjóðartingið sum triði størsti flokkur í Týsklandi.

 

Bæði Merkel og formaðurin í Javnaðarflokkinum, Martin Schulz, geva innflytarakreppuna skuldina fyri stóru afturgongdina.

 

– Frástøðan millum vanlig mennisku og elituna er vorðin størri, sigur Janning.

 

Hann heldur, at Merkel fer at vísa, at hon lurtar eftir kritikkinum við at arbeiða málrættað og at halda talið á innflytarum, sum koma til Evropa, so lágt sum møguligt.

 

/ritzau/