Grundspælsvinnararnir taptu fyri Kristianstad á heimavølli

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof taptu annan dystin á rað

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava fyri langari tíð síðani vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Samstundis hevur liðið stórar uppgávur í EHF European League, har tvær áttandapartsfinalur móti Hannover-Burgdurf bíða. Og tað merkist í teimum seinastu dystunum í grundspælinum, ið ikki kunnu koppa fremsta plássinum hjá Sävehof. 

 

Í dag tapti Sävehof 28-34 fyri Kristianstad á heimavølli í Partille. Talan er um sama liðið, ið vann 3-2 í teimum fimm finalunum um svenska meistaraheitið farna kappingarár.

 

Kristianstad var bert á odda 16-15 í steðginum, men bygdi upp á leiðsluna í seinna hálvleiki. 

 

Óli skoraði trý mál og legði upp til eitt mál. 

 

Sävehof hevur 39 stig á fremsta plássinum. Kristianstad er nummar fýra við 31 stigum. 

 

Liðini hava bert ein dyst eftir at leika í grundspælinum. Í komandi fjórðingsfinalunum skal Sävehof spæla móti liðnum, ið endar sum nummar átta í grundspælinum. 

 

Sävehof spælir fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League móti Hannover-Burgdorf á útivølli komandi týskvøld klokkan 19.45.