Hallur og Horsens fingu eitt stig

Superligan: Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens

Danska Superligan byrjar aftur heta vikuskiftið. Fyrrapartin í dag spældi AC Horsens málleysan javnleik móti Hobro. Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson, spældi allan dystin á miðvøllinum hjá gestunum út Horsens.

 

Horsens Folkeblad skrivar at talan var um ein rótutan dyst á einum vánaligum vølli. Tað hevur verið vetrarsteðgur og verturin er ikki farin væl við vøllinum hjá Hobro. Tó var AC Horsens favorittur at stjala ein sigur frá botnliðnum, men soleiðis bleiv ikki. AC Horsens er nummar sjey við 28 stigum.

 

Í gjár vann Vejle BK 2-0 á Sønderjyske. Viljormur Davidsen hevði leikbann og var tí ikki á vøllinum fyri vertirnar úr Vejle, meðan Teit Jacobsen heldur fram at koma fyri seg, eftir álvarsligan knæskaða.