Hanna og Mikkjal vunnu filmskappingina

18 ára gamla Hanna Davidsen og lítlibeiggi hennara, 12 ára gamli Mikkjal Davidsen, úr Havn, vunnu í gjárkvøldið stuttfilmkappingina hjá Klippfiski. Filmurin hjá teimum hevði heitið 12 ár. Tað skrivar Birgir Kruse á bloggi sínum Birkblog.

 

Kappingin hjá Klippfiski byrjaði fríggjakvøldið, tá evnið bleiv kunngjørt og 48 tímar seinni, sunnukvøldið skuldu filmarnir latest inn til dómsnevndina.

 

- Sum vinnarafilmurin bendir á, er Mikkjal 12 ára gamal. Hanna, sum hevur leikstjórnað, er 18 ára gomul og gongur í 3.g á Glasi, har yndisfakið er miðlakunnleiki. Mikkjal, sum er høvuðspersónur í filminum, gongur í 6.e flokki í skúlanum á Fløtum, skrivar Birgir Kruse.

 

 

Dómsnevndin segði soleiðis um filmin:

Hóast tað vóru nógv góð uppskot til besta filmin í ár, so var tað ein samd dómsnevnd, sum í síðsta enda peikaði á vinnarafilmin.

 

Besti filmur í ár vísur eitt stórt yvirskot av frásøgugleði, nærveru og films-handalagi. Ein estetiskur, vísur og poetiskur portrettfilmur um ein 12 ára gamlan drong, sum gleðir seg at blíva vaksin. Og meðan vit bíða, hoyra vit um hansara avbjóðingar, lívsroyndir og dreymar, har drongurin at enda sjálvur tekur avgerð um, at liva beint nú, ístaðin fyri at bíða.

 

Við tryggum hondum, einum vøkrum myndamáli og einum sterkum tempo fortelur filmurin eina kompakta søgu, sum onkursvegna er rørandi, samstundis sum hon bæði er lívsjáttandi og stuttlig. Myndamálið skiftur millum tað subjektiva og tað observerandi. Rútman er sterk og støðug.

 

Alt hetta leiður okkum inn í ein heim, ið vit øll kunnu kenna okkum aftur í. Við støði í tí gerandisliga, sum er í dokumenteraðu løtuni, lyftir filmurin einstaklingin upp í eina tíðarleysa dimensjón, og gevur honum eina rødd, ið er merkt av djúphugsni. Góðu myndirnar styrkja avmáldu løtuna, sum liggur leingi á.

 

Tað er týðuligt, at leikstjórin hevur eina lovandi framtíð innan film.

 

Systkini bæði fingu 1. virðisløn, sum var 10.000 krónur, umframt at filmurin verður vístur á Geytakvøldinum, sum verður í Norðurlandahúsinum í vár.

 

Besti leikari í kappingini hjá Klippfiski var Búi Dam í filminum Tyggigummi, besta hugskot var tað hjá Ditte Mathildu Joensen og Tróndi Sørensen fyri Síggjast skjótt, og herðaklappið fekk Lazar Ilic.

 

Uppgávan var at gera ein stuttfilm, sum í mesta lagi er 4 minuttir, lidnan eftir 48 tímum. Ongi krøv vóru til førleikar ella útgerð, og tað var ókeypis at luttaka.

 

Les meiri um kappingina á Birkblog.