Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 17.06.2017 (15:31)

Hesin er Føroya feitasti bilur

Hesin Hyundai Coupé 2.0 frá 2003 hjá Zakaris Zachariasen í Havn er Føroya feitasti bilur.

 

Tað hava teir tríggir góðu gomlu knarkarnir, Halleluja Sofus, Maggi Gunnarsson og Óli Mouritsen gjørt av. Teir eru dómarar í kappingini hjá SMS, Føroya Feitasti bilur, sum í dag varð avgjørd á triðja sinni.

 

Nógv fólk høvdu leitað sær í SMS í dag, tá kappingin skuldi avgerast. Umframt dómararnar, so høvdu fólk eisini møguleika at kjósa Føroya feitasta bilin, og tann heiðurin fekk ein Tesla P85 hjá Høgna Heinesen í Havn.

 

Zakarias Zachariasen var eisini við í kappingini í fjør, greiddi Halleluja Sofus frá.

 

– Tú vart nær við seinast, men nú hevur tú stylað tað síðsta, sum skuldi til. Her eru nógvar flottar detaljur, so teir sum skulu kappast ímóti tær næsta ár fáa nógv at gera, segði Halleluja Sofus.

 

Og Zakaris segði, at hann als ikki var liðugur enn.

 

– Eg fari at gera nógv afturat við bilin, segði hann.