Høgni Djurhuus varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Høgni Djurhuss, fyrrverandi yvirlækni ía Landssjúkrahúsinum, er fyribils settur sum varastjóri við læknafakligari bakgrund.

 

Sjúkrahúsverk Føroya søkir eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund til føroyska sjúkrahúsverkið. Sviin Jan Jansson hevur røkt starvið síðani 1. januar í 2016.

 

Sambært lýsingini, so skal varastjórin við læknafakligari bakgrund eisini vera læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri aðalráðið.

 

– Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum, og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

 

Høgni Djurhuus fyribils settur varastjóri til 30. september, tá ætlanin er, at nýggi stjórin skal taka við starvinum.

 

Sjúkrahúsverk Føroya fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

 

Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur og samanlagt áleið 870 starvsfólk.

 

Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur og samanlagt áleið 120 fólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.

 

Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.