Horvna gentan: Allir hava ilt av hesum

Manningin á Polar Nanoq er á hotelli í Reykjavík, og lagið er ikki hitt besta.

Tveir av manningini á Polar Nanoq eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur í samband við málið um horvnu Birnu Brjánsdóttir, meðan ein er hjá løgregluni eftir at rúsevni, hasj, varð funnið umborð.

 

Men restin av manningini er á hotellið í Reykjavík.

 

- ja, restin av manningini, 24 í tali, eru á hotelli í Reykjavík, og lagið er ikki hitt besta. Vit eru við teimum her á hotellinum sigur Jørgen Fossheim frá Polar Seafood.

 

Ongin hevur tað gott, eftir hetta sum er hent, sigur Fossheim, og greiðir frá, at grønlendskur tolkur er hjá teimum, eins og sálarfrøðingur frá Reyðakrossi.

 

- Roynt verður at tosa umtað, ið hent er, og at seta orð á kenslurnar, sigur Fossheim við knr.gl.

 

Tað ljóðaði fyrr í kvøld, at manningin fekk kreppuhjálp. 

 

- Her er ørkymlan og vónsvikakensla, sigur Fossheim.

 

Manningin mátti av skipinum, tí løgreglan kannaði skipið, bæði í samband við málið um horvnu entuna, og í samband við rúsevnini, sum síðani vórðu funnin umborð - eftir hvat skilst - í rættiliga stórum nøgdum.

 

Fossheim viðgongur, at hetta er smugling, og hetta harmar hann almikið, tí forboð er fyri sterkum drykki og rúsevnum umborð.

 

Tað stendur fólki frítt at fara heim, men vit vilja út afturá hav til fiskiskap, og tí er ongin sendur heim, sigur Fossheim við knr.gl.