Ikki rætt at hava fleiri borgarstjórar

– Eg meti ikki, at skipanin við fleiri borgarstjórum er tann rætta at fara eftir, tí tá broytir tú kollveltandi við allan kommunala strukturin, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Tað var á forsíðuni í dagsins Sosiali, at Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Havn bar fram sjónarmiðið um, at fýra borgarstjórar áttu at verið í Havn. Umframt sjálvan borgarstjóran, so heldur Annfinn Brekkstein, at tríggir aðrir borgarstjórir skuldu verið á hvør sínum øki. Tveir fyri samgonguna og ein fyri andstøðuna.

 

Annika Olsen er samd í tí, at býráðslimir í Havn áttu at fingið betri umstøður at arbeitt undir.

 

– Tað hevur verið fleiri ferðir uppi at venda at hava fleiri borgarstjórar í Havnini, bæði í 2004 og i 2008. Hetta hevur aldrin vunnið frama í Løgtinginum, tí lógarbroyting skal til, sigur Annika Olsen.

 

Hon vísir á, at skipanin er roynd í Danmark í eitt nú Keypmannahavn.

 

– Hóast talan er um stóra kommunu, so riggar skipanin ikki serliga væl sambært serkønum í kommunalari umsiting. Tí meti eg heldur ikki persónliga, at skipanin við fleiri borgarstjórum er tann rætta at fara eftir, tí tú broytir kollveltandi  allan tann kommunala bygnaðin. Tó ynski eg, at býráðspolitikarar fáa betri arbeidssømdir enn teir hava i dag, sigur hon.

 

Annika Olsen vísir á, at býráðslimir – og serliga tey, sum formenn og forkvinnur í nevndunum – hava alt ov nogv at gera.

 

– Skal arbeiðið gerast til lítar, eiga vit at umhugsa nakrar fastløntar býráðspolitikarar, eins og tey hava í Íslandi. Somuleidis meti eg, at eftirlønarviðurskiftini skulu fáast i rættlag, tí í dag er eingin eftirløn av samsýningunum.

 

Annika Olsen sigur, at hetta tó eru viðurskifti, ið óhefta nevndin skal kanna og ikki nakað, sum tey sum býráðspolitikarar sjálvir skulu taka støðu til.