Innbrot í Klaksvík: Brotsmaður var í drakt

Ein størri peningaupphædd er blivin stolin.

Politiið kannar eitt innbrot í FK í Klaksvík. Innbrotið er framt sunnunáttina tann 24. mars uml. kl. 02.30. Ein størri peningaupphædd er blivin stolin.

 

Kanningararbeiðið hevur víst, at tann eini brotsmaðurin var ílatin eina drakt sum tann á myndini.

 

Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til politiið á 351448 ella 114.