John Frederiksen byrjaði inni í fyrsta dystinum fyri Thisted

John Frederiksen, Heini Fossdalsá og liðfelagarnir í Thisted leiktu javnleik á útivølli

Mynd: Thisted FC

Tað gekk skjótt hjá miðvinginum, John Frederiksen at fáa debut fyri Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í vikuskiftinum slapp John Frederiksen saman við Heina Fossdalsá at byrja inni, tá Thisted spældi dyst móti FA 2000 á útivølli á Frederiksberg í Keypmannahavn.

 

Tað eydnaðist at sleppa aftur til Jútlands við einum stigi. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. FA 2000 legði seg á odda longu í sætta minutti. Bert seks minuttir seinni javnaði Jean-Julien Nuphaus til 1-1.

 

Thisted er triðaftast í deildini við 16 stigum.

 

Skírisdag klokkan 14 tekur Thisted móti Brabrand á heimavølli.

 

 

 

 

 

Mynd: Thisted FC