Thisted FC í triðbestu donsku fótbóltsdeildini er vorðið eitt ordans føroyingalið.
202 metra høgi áleyparin, John Frederiksen sum hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar fer nú at royna seg í Thisted FC.
Frammanundan eru Heini Fossdalsá og Daniel Johansen partur av hópinum hjá Thisted.
Thisted er triðaftast í deildini við 16 stigum.
John kemur úr Arendal í Noregi, ið spælir í triðbestu norsku deildini. Frammanundan royndi John seg í Skotlandi við Raith Rovers, í Amstetten í Eysturríki og í MUSA í Finnlandi.
Í Amstetten og serliga í MUSA gekk væl við málskjótingini, meðan málskjótingin hjá John var heldur soltin í tíðini við Raith Rovers og Arendal.
John er 28 ára gamal nú hann fer at royna seg í triðbestu donsku deildini.