Jon Dahl Tómasson fekk fyrsta sigurin sum landsliðsvenjari

Svøríki vann 1-0 á Albania, ið var í okkara EM-undankappingarbólki

Danska fótbóltslegendan, Jon Dahl Tómasson hevur nú staðið á odda fyri svenska landsliðnum í tveir dystir.

 

Farna hóskvøld endaði Svøríki á útivølli í einum sonnum portugisiskum ódnarveðri, og gjørdist talan um eitt 2-5 stórtap.

 

Tí var eitt ávíst trýst á Tómasson og liðið hansara, ið tók ímóti Albania - úr okkara EM-undankappingarbólki - á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm.

 

Gustaf Nilsson syrgdi við einum góðum stútara í 62. minutti fyri, at Tómasson fekk tann fyrsta sigurin sum svenskur landsliðsvenjari.

 

Svøríki hevði væl fleiri royndir á málið enn Albania, og vann ein uppibornan sigur.

 

Grundlógardagin, 5. juni spælir Svøríki venjingardyst móti Danmark í Parkini í Keypmannahavn. Tað verður ein serlig løta fyri Tómasson, ið millum 1997 og 2010 spældi 112 landsdystir og skoraði heili 52 mál fyri Danmark. 

 

8. juni spælir Svøríki á heimavølli venjingardyst móti Serbia.

 

Svøríki er í Nations League Deild C í bólki saman við Slovakia, Aserbadjan og Estlandi.