Kend grillbarr opin aftur

Báran í Vági er opin aftur. Staðið var væl vitjað í 80'unum og 90'unum.

Umframt vágbingar og suðuroyingar, so minnast tey, ið løgdu leiðina til Vágs í ítróttarørinum, - ella til okkurt annað, óivað Báruna, sum var kend og vælvitjað grillbarr i 1980'unum og 1990'unum.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð lykilin snaraður um. Ein roynd varð seinni gjørd at hava eina matstovu, ið nevndist Messan, og tað helt á eina tíð, men so stongdi aftur. 

 

Men nú er Báran aftur opin sum grillbarr og kiosk. Tað eru Diana Dahl og Dan Djurhuus, ið eiga Báruna, og sum hava sett sær fyri at lata kenda staðið, har ung sum eldri fyrr hildu til, upp aftur.