Landið skal rinda landsstýrismanni 2,7 mió kr

Pensjónsskipanin hjá politikarum – sum politikarar sjálvi hava gjørt – er so einastandandi, at politikari hevur rætt til fara frá við fullari pensjón sum 60 ára gamal.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum hevur kært Løgmansskrivstovuna fyri ikki at vilja gjalda sær eftirløn, frá tí at hann var 60 ára gamal, fær 2,7 milliónir eyka í pensjón frá landsstýrinum, um tað verður soleiðis, sum Løgtingsins Umboðsmaður heldur tað skal vera.

 

Landsstýrisfólk, sum hava sitið í landstýrinum í 8 ár, hava fullan rætt til eftirløn sum landsstýrisfólk, sum í løtuni er 31.753 krónur um mánaðin.

 

Um tíðarskeiðið, sum viðkomandi hevur sitið í Løgtinginum og í landsstýrinum tilsamans – faldað við tvey, pluss aldurin á viðkomandi, verður 95 ella meira, so kann viðkomandi fara frá við fullari pensjón sum 60 ára gamal.

 

Men pensjónsskipanin hjá politikarum – sum løgtingsfólk sjálvi hava gjørt – er meira einastandandi enn so. Um ein persónur hevur sitið í landsstýrinum í 1 ár, so hevur hann rætt til pensjón. Hann manglar tá 7 ár til fulla pensón, 31.753 krónur um mánaðin. Men hann kann tá flyta starvsaldurin úr Løgtinginum í landsstýrið. Hevur hann t. d. sitið í 14 ár í løgtinginum, so gevur tað tað sama sum 7 ár í landsstýrinum. Og tí hevur hann rætt til fulla landsstýrispensjón, sum er umleið 10.000 krónur hægri um mánaðin, enn pensjónin hjá løgtingsfólkum.

 

Viðkomandi fyrrverandi landsstýrismaður, sum nú er 60 ár, vil gera sær dælt av hesi skipan. Hesi rættindi, sum hann kanska hevur rætt til, kosta altso landsskassanum 2,7 milliónir krónur eyka av tí at hann verður pensjóneraður sum 60 ára gamal í staðin fyri sum 67 ára gamal.