Landsverk: BIG og TG-Verk hava skyldina

- Nógvir manglar vóru í prosjektinum er ein afturvendandi setningurin í frágreiðingini, sum Landsverk hevur latið Heðini Mortensen um Glasir.

 

Heðin Mortensen spyr millum annað Landsverk, hví Glasir er blivið væl dýrari enn verklagslógin loyvir.

 

Í frágreiðingini sigur Landsverk, at trupulleikarnir tykjast byrja, tá lisitatiónin vísir, at innkomnu tilboðini eru nógv dýrari enn løgtingið hevði givið loyvi til. BIG verður tá biðið um at tillaga verkætlanina, so at hon verður bíligari, men tá projektið skuldi vera klárt, staðfesti Landsverk, at nógvir manglar vóru.

- Tað var tískil ikki nóg liðugt til, at byggiarbeiðið kundi setast í gongd, skrivar Landsverk. Hetta var 2. septembur 2013. Landsverk og BIG samdust um, at projektið skuldi rættast upp og vera liðugt í desembur sama ár, men 2. desembur 2013 kundi Landsverk enn eina ferð staðfesta, at alt var ikki klárt.

- Landsverk gjørdi eisini greitt, at stovnurin vildi seta fram eitt rættarligt endurgjaldskrav mótvegis ráðgevanum, tá kravið var gjørt upp, skrivar Landsverk.

 

Tá TG Verk skuldi fara undir at stoypa trappuna og trappurúmið, staðfesti Landsverk, at prosjekteringsfeilir vóru í prosjektinum. Avleiðingarnar av hesum vóru, at tekningar og útrokningar skludu gerast av nýggjum, og hevði hetta við sær týðandi seinkingar og meirkostnað fyri verkætlanina.

 

Í heyst staðfesti Landsverk so aftur eina stóra meirnýtslu, og aftur hesa ferð peikar stovnurin eftir BIG.

- Samsvar var nevniliga ikki millum arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistarnar, ið ráðgevin hevði framleitt, sum vóru grundarlag undir sáttmálunum, ið Landsverk hevði gjørt við arbeiðstakararnar, skrivar Landsverk.

Landsverk skrivar víðari, at tað eisini varnaðist, at ráðgevbin ikki hevði tikið atlit fyri fleiri krøvum, sum byggimundigleikarnir høvdu sett. Hetta mátti tí rættast.

 

Orsaka av hesum heldur Landsverk ikki, at BIG hevur hildið sáttmálabundnu skyldurnar viðvíkjandi tíðarætlan og ráðgevingarveitingum.

- Seinkingar í sambandi við liðugtgerð av prosjekti í 2013 vóru staðfestar longu í 2013, og seinni eftir at roknivillan var staðfest og prosjektið skuldi rættast, skrivar Landsverk.

 

TG Verk sleppa heldur ikki snikkaleysir í frágreiðingini. Sambært Landsverki hevur eftirlit teirra víst á nógvar manglar og feilir í sambandi við arbeiði hjá TG-Verk.

- Tey týðandi frávikini, ið komu undir byggingini, vóru serliga arbeiðstøkurnar hjá TG-Verk, sum í mun til kostnað hava víst seg at fara nakað upp um metingina, skrivar Landsverk.

- Eftirlitið hjá Landsverki hevur víst á nógvar manglar og feilir í sambandi við veitingar hjá TG-Verk á plássinum, skrivar Landsverk.

 

Landsverk og TG Verk eru longu í ferð við eitt gerðarrættarmál um arbeiðstøkuna á Glasi. Væntandi verður málið viðgjørt í rættinum í komandi ári. Landsverk ætlar sær eisini at stevna BIG.

- Landsverk er í ferð við at gera kravið upp, og ein løgfrøðislig meting verður gjørd um, hvussu stórt krav kann reisast móti BIG.