Langhylurin í Gundadali verður bygdur

– Langhylurin í Gundadali verður bygdur eins og ætlað, og projekteringin fer í gongd í 2017.

 

Tað sigur býráðssamgongan í fráboðan í kvøld.

 

Tey siga, at tað er umráðandi, at projekteringin verður gjørd so neyv sum til ber, og full upphædd verður sett av til projekteringina á komandi býráðsfundi 26 jan. 2017.

 

Les eisini: 50 metra hylurin missir 3,5 milliónir


– Núsitandi býráðssamgonga fer í vár undir at gera langtíðarætlanir fyri løgur og rakstur hjá kommununi. Íløgutørvurin er ovurstórur, og hetta krevur, at íløgurnar verða væl tilrættislagdar, soleiðis at verkætlanirnar veruliga verða framdar, sigur býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu