Lena Anderssen á konsertferð í Danmark

Føroyska songkvinnan, sum í august mánaði framførdi í Tivoli, vitjar nú aftur í Danmark, har eitt nú konsertir í Herning, Næstved og Keypmannahavn eru á skránni.

 

Konsertferðin byrjar tó í Ballerup, Keypmannahavn, í kvøld, mikukvøldið 11. oktober, tá Lena trínur á pall saman við donsku songkvinnunum Ida Wenøe og Kajsa Vala til eitt tiltak, ið kallast Live Songwriter Circle. Talan er um eitt tiltak, har tær tríggjar hvør í sínum lagi framføra egin løg, og siga søgur úr teirra lívi við tónleiki.

 

Eftir hesa framførsluna gongur leiðin til Fermaten í Herning, har Lena hevur sama bólk við sær – Niclas Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jósva Debes – sum framførdu á fullsetta Reinsarínum farna fríggjakvøld.  Á konsertini í Herning er talan um dupult føroyska framførslu, tí føroyski troubadourorin Hans Andrias, sum eisini er á konsertferð uttanlands, hitar upp fyri Lenu í Herning.

 

Soleiðis sær konsertferðin hjá Lenu Anderssen annars út:

 

Ballerup, mikukvøld 11. oktober – Baltoppen,

https://baltoppen.billetten.dk/index/eventdetails/eventno/66925

 

Herning hóskvøld 12. oktober – Fermaten,

http://fermaten.dk/koncerter-og-events/lena-anderssen-band-fo-can/

 

Næstved, leygarkvøld 14. oktober – Grønnegades Kaserne Kulturcenter, http://www.gkkultur.dk/nyheder/2017.4994/lena-anderssen.6676

 

Keypmannahavn, hóskvøld 19 oktober, Krudttønden

 

http://www.krudttonden.dk/26101.1784/Lena%20Anderssen

 

Stubbekøbing, fríggjakvøld 20. Oktober, Maglebrænde Gl. Skole

http://dagligstuekoncerter.dk