Lívbjargandi trygdarútgerð

Umframt at selja bjargingarbátar er ein tænasta hjá Gummibátatænastuni at leiga út bjargingarbátar

– Vit hava sera góðar umstøður og alla útgerð sum krevst, so vit kunnu veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu, sigur Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri í Gummibátatænastuni.

Gummibátatænastan, sum er ein av kendu fyritøkunum í høvuðsstaðnum, hevur síðan 2013 hildið til í egnum virkisbygningi í Mykinesgøtu í Havnardali.

 

Hóast størsti parturin av virkseminum hjá fyritøkuni snýr seg um trygdar- og bjargingarútgerð umborð á skipum og bátum, selur Gummibátatænastan eisini lívbjargandi trygdarútgerð til fyritøkur og stovnar eins og til privata húsarhaldið.

 

Í útboðnum hjá fyritøkuni er eitt nú roykalarmar, eldsløkkjarar, brandteppir, andingarverja, trygdarhjálmar og hjartastartarar.

 

Fyritøkan hevur øll skeltir, sum eru leiðbeinandi og vegleiðandi um t.d. neyðútgongd, trappur og onnur ávarandi skeltir.

 

Gummibátatænastan hevur øll árini umboðað Viking gummibátar umframt alla aðra trygdar- og bjargingarútgerð sum t.d. bjargingarvestar, neyðrakettir, brandávaringar, bjargingarvestar, bjargingarkransar, flótidraktir og branddraktir.

 

Gummibátatænastan selur eisini vælumtóktu Brenderup viðfestisvognarnar.

 

– Vit hava sera góðar umstøður og alla útgerð sum krevst her í Mykinesgøtu, so vit kunnu veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu, sigur Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri í Gummibátatænastuni.

 

 

– Vit hava sera góðar umstøður og alla útgerð sum krevst, so vit kunnu veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu, sigur Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri í Gummibátatænastuni.