Løkke stuðlar føroyskum OL limaskapi

Føroyar hava í 40 ár stríðst fyri at fáa sjálvstøðuga umboðan til olympisku leikirnar

Føroyar hava í 40 ár stríðst fyri at fáa sjálvstøðuga umboðan til olympisku leikirnar

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, stuðlar føroysku royndunum at verða góðtikin sum ein olympisk tjóð, skrivar danska tíðindastovan Ritzau í morgun frá Ítróttarsambandi Føroya.

 

 

      Sum forsætisráðharri í Danmark gevi eg stjórnarinnar fulla stuðul til, at Føroyar fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC), sigur Lars Løkke Rasmussen í tíðindaskrivinum.

 

      Sum støðan er í dag kunnu føroysk ítróttarfólk luttaka undir danska flagginum, men tað vilja Føroyar broyta.

 

Síðani 1984 hava Føroyar havt fullan limaskap í paraolympisku leikunum, og Lars Løkke Rasmussen leggur dent á, at Føroyar eru eitt sjálvstýrandi samfelag undir danska ríkinum.

 

Hetta sjálvstýrið umfatar millum annað mentanarlig viðurskifti herundir ítróttarøkið, greiðir forsætisráðharrin frá í tíðindaskrivinum.

 

– Tí haldi eg tað vera heilt nátúrligt og vil eisini fegin hava, at Føroyar fáa fulla viðurkenning í Olympisku Nevndini á jøvnum føti við aðrar limir, sum hava somu støðu sum Føroyar, sigur hann.

 

Forsætisráðharrin fær stuðul bæði frá donsku, norsku og íslendsku olympisku nevndunum, stendur í tíðindaskrivinum.

 

Afturi í 2006 hitti táverandi danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, táverandi forsetan í IOC, Jacque Rogge, fyri at tosa fyri, at bæði Grønland og Føroyar sluppu at luttaka undir egnum flaggi.

 

Brian Mikkelsen mátti tó fara av fundinum við keðiligum boðunum til Føroyar og Grønland. Sambært IOC skulu lond, sum kunnu luttaka í OL, vera góðkend av ST sum sjálvstøðug lond.

 

– Jacque Rogge helt fast um síni sjónarmið. Møguleikarnir hjá Grønlandi og Føroyum eru ógvuliga, ógvuliga smáir.

 

– Tað stendur beinleiðis í reglunum, at lond skulu vera góðkent av ST, so tað verður trupult. Eg fái ikki broytt reglarnar hjá OIC, men kann bara siga, tað sum eg haldi fer at gagna ítróttinum, segði Brian Mikkelsen á við Ritzau.

 

/ritzau/