Mistu grindina burtur

Summarið nærkast og umframt lýggjari veður, feriu og tónleikafestivalar, merkir tað, at grindin aftur leitar hendanvegin.

 

Fyrrapartin í dag fekk løgreglan eisini eina fráboðan um grindaboð, suður úr Borðoyarnesi.

 

- Teir boðaðu frá grind sjey fjórðingar suður úr Borðoyarnesi, men tað bleiv avlýst aftur, tí teir mistu grindina burtur, er stutta viðmerkingin frá vakthavandi á løgreglustøðini.


So er spurningurin, um hon sæst aftur onkra aðrastaðni í dag ella komandi dagarnar.