Mynd saman við Erdogan fær Özil at gevast á landsliðnum

Arsenal-spælarin Mesut Özil gevst nú at týska fótbóltslandsliðnum eftir nógv kjak um eina mynd saman við forestanum í Turkalandi.

 

Í dag boðaði Arsenal-spælarin frá, at hann steðgar á týska landsliðnum eftir mikið rok um eina mynd av Özil og turkiska forsetanum Recep Tayyip Erdogan. (myndirnar síggjast niðan fyri greinina)

 

Hesum boðaði fótfóltsspælarin frá á Twitter.

 

– Tað er við tungum hjarta og eftir drúgva umhugsan, at eg ikki longur vil spæla fyri Týskland vegna seinastu hendingarnar, tá eg havi kent rasismu og vantandi respekt.

 

– Eg plagdi at vera í týsku landsliðstroyggjuni við stoltleika og gleði, men tað geri eg ikki longur.

 

– Tað, sum hevur ørkymlað meg mest seinastu mánaðirnar, hevur verið ringa viðferðin, eg havi fingið frá DFB (Týska fótbóltssambandið, red) og serliga frá DFB-forsetinaum Reinhard Grindel, skrivar Özil á Twitter.

 

/ritzau/