Gomlu bilarnir kunnu ikki nýta nýggja bensinið, og tí hava ávísar avbjóðingar verið. Eitt skifti tosaðu oljufeløgini um at selja blýfrítt bensin til eitt nú ellisakfør í 25 liturs dunkum. Men tá sløkkiliðsleiðarin í Havn her á in.fo vísti á, at hetta bæði var sera vandamikið og ólógligt, so varð tann ætlanin slept.
Loysnin hjá Effo er nú, at tey selja blýfría bensinið í einari pumpu á bensinstøðini á Argjum.
Prísurin er tó munandi hægri, enn fyri E10 bensin. Gamla bensin er 31 prosent dýrari. Tað kostar 16,23 krónur, meðan E10 bensinið kostar 12,41 krónur.