Oyggjaleikaheiðursmerkini í Orknoyggjunum hava søguligan íblástur

Nærum 5.600 ára gamli Brogar-ringurin er íblásturin hjá Jodie Brown, ið vann kappingina um at sniðgeva heiðursmerkini til komandi oyggjaleikirnar í Orknoyggjunum í 2025

Víðagitni Brogar-ringurin í Orknoyggjunum

Tað er kendasta og mest søguliga staðið í Orknoyggjunum, ið er íblásturin til sniðgevingina av heiðursmerkjunum m.a. føroysk ítróttarfólk fara at fáa um hálsin á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum í 2025.

 

Talan er um nógv vitjaða Brogar-ringin, ið er á høvuðsoynni, Mainland. Fornfrøðingar meta, at Brogar-ringurin, ið sæst á myndini omanfyri er nærum 5.600 ára gamal.

 

Tað er Jodie Brown sum hevur vunnið sniðgeviskappingina. Oyggjaleikanevndin á Orknoyggjunum staðfestir, at talan er um ein upplagdan vinnara, ið hevur megnað at hava inndrigið kendastu ímyndina av Orknoyggjunum í sniðgevingini.

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndir: Orknoyiska oyggjaleikanevndin.

 

Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum vera dagarnar 12. til 18. juli í 2025. Leikirnir fara fram á høvuðsoynni, Mainland og flestu kappingarnar vera í høvuðsbýnum, Kirkwall. Tó vera nakrar kappingar avgreiddar í næststørsta býnum, Stromness. Hendinga fótbóltsdystir vera leiktir aðrastaðni á Mainland.

 

Orknoyingar hava ein frálíkan ítróttarmiðdepil í Kirkwall, ið tey nevna Pickaquoy. Nógvar av kappingunum vera avgreiddar í Pickaquoy-ítróttarmiðdeplinum.

 

Víðagitni Brogar-ringurin í Orknoyggjunum

Jodie Brown vann sniðgeviskappingina

Sniðgevingin hjá Jodie Brown, ið vann sniðgeviskappingina