Rasmus Seebach vorðin pápi

Í gjár klokkan 02:02 gjørdist 36 ára gamli sangskrivarin og sangarin, Rasmus Seebach, pápi fyri fyrstu ferð.

 

Hetta kunngjørdi hann alment á sínum Facebook brúkara á middegi í gjár.

 

Rasmus Seebach og dama hansara, Julie Teglhus, møttust í 2013, og stutt eftir bleiv parlagið alment, og tey fluttu saman.

 

Fyri seks mánaðum síðani kunngjørdi Rasmus Seebach, at hann skuldi gerast pápi.

 

Hóast tey tykjast at vera ”tað perfekta parið” er Julie Teglhus bert 23 ára gomul og lesandi, tískil er hon 13 ár yngri enn Rasmus Seebach. Hon hevur ikki verið klár at gerast mamma áður, hóast Rasmus í fleiri ár hevur verið klárur at byrja eina familju.


Anna, Jóhanna, Elisabet og Janita

Praktikantar úr 9. flokki í Hoyvíkar skúla