Real Madrid vann Champions League

Brotssparkskapping skuldi til fyri at finna vinnaran av Champions League í 2016

 

Finalan í Champions League kappingini hevur í kvøld verið spæld.

 

Finalan sum var millum tey bæði sponsku Madrid feløgini, Real Madrid og Atletico Madrid, var spæld á San Siro leikvøllinum í Milano.

 

Undan dystinum var mett at dysturin fór at vera javnur. Somu lið møttust fyri tveimum árum síðani í finaluni í Champions League, í einum dysti sum mátti út í longda leiktíð, eftir at vanliga leiktíðin var endað við 1-1 javnleiki. Tá dró Real Madrid av álvara frá í longdu leiktíðini, og endaði við at vinna sannførandi 4-1, hóast dysturin í vanligu leiktíðini hevði verið javnur.

 

Talan var í kvøld enn einaferð um serstakliga javnan dyst, sum eins og í finaluni seinast endaði við 1-1 javnleiki eftir at bæði vanliga leiktíðin og longda leiktíðin var liðug. Brotssparkskapping mátti tí til fyri at finna ein vinnara, sum Real Madrid at enda vann.

 

Real Madrid fekk eina dreymabyrjan í finaluni, og byrjaði munandi betri enn mótstøðuliðið. Teir løgdu seg eisini fult uppiborið á odda 1-0, tá eitt korter av dystinum varð leikt, eftir ein deyðbólt, har Sergio Ramos fekk seinasta fótin á.

 

Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Atletico Madrid tó munandi betri við, og restina av dystinum í vanligu leiktíðini, sat Atletico Madrid á tí mesta spælinum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Atletico Madrid ein gyltan møguleika fyri at javna, tá teir fingu brotsspark, eftir at Fernando Torres var feldur í feltinum. Antoine Griezmann varð settur at skjóta, men hann skeyt á yvirleggjaran.

 

Tað bragdaði tó hjá Atletico Madrid gott og væl 10 minuttir fyri leiklok, tá innskifti Yannick Carrasco fekk stýrt einum innleggið í netið, eftir eitt væl spælt Atletico álop. Hann skoraði tá til 1-1, sum eisini varð endaliga úrslitið í bæði vanligu og í longdu leiktíðini.

 

Tað mátti tí brotssparkskapping til fyri at finna ein vinnara. Heilt fram til fjórða skot, høvdu allir skjúttarnir hjá báðum liðunum skora, men tá høgri bakkurin hjá Atletico Madrid, Juanfran, skuldi skjóta, skeyt hann á stongina. Fimti skjútti hjá Real Madrid – hvør annar enn Cristiano Ronaldo, fekk tí æruna av at skjóta avgerandi brotssparkið. Hann skoraði ósvikaliga trygt, soleiðis at Real Madrid vann Champions League í 2016.

Merkisvert var annars at Cristiano Ronaldo hevði ein av sínum verru døgum á vøllinum í dag, tí nærum einki av tí sum vanliga eydnast hjá honum, eydnaðist í kvøld. Hann endaði tó sum hetjan.


Real Madrid - Atletico Madrid 1-1 (1-0) Real Madrid vann brotssparskappingina 5-3.

1-0 Sergio Ramos, 15.

1-1 Yannick Carrasco, 79.