Rigga til nýggja árið við nýggjum avbjóðingum

Um tvey-tíðina í dag fór Christian í Grótinum avstað, seinni í dag Borgarin, og hósdagin fer Norðborg

Um tvey-tíðina í dag fór Christian í Grótinum avstað, seinni í dag Borgarin, og hósdagin fer Norðborg. Tað verður arbeitt upp á motorin umborð á Norðborg.

 

Leiðin hjá Christian í Grótinum og Norðborg gongur eysturum Føroyar á svartkjaftaveiðu avstað, meðan Borgarin og Norðingur fara a makrelveiðu niðri við Hetland.

 

Skipari á Christian í Grótinum er Bogi Rasmussen. Á Norðborg Jón Rasmussen, á Borgaranum Christian Dam og á Norðingi er Brandur Nólsoy skipari.

 

Øll loyvini eru ikki komin uppá pláss enn, tí valdu tær á Christian í Grótinum og Norðborg at fara aftur á svartkjaftaveiðu. Teir fingu væl av svartkjafti fyri jól.

 

Hetta árið er eitt sindur annarleiðis við ávísum óvissum, og er Slættaberg seldur til Tórshavnar. Men higani verður ynskt góða eydnu við nýggja árinum og gott fiskarí.